Faroe map northern isles.png Norðuroyggjar ella Norðoyar er tær 6 norðastu og eystastu oyggjar í Føroyum. Tær liggja sum ein eind og eru Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy og Kalsoy
Hesar oyggjar eru eisini ein fyrisitingarlig eind, ein sýsla og í gomlum døgum eitt prestagjald og eitt vártingsøki. Tær eru høgar og brattar, og lítið av dyrkilendi er í mun til restina av landinum. Men seyðurin í Norðoyum er óføra góður. Oyggjarnar liggja nær við fiskimiðini norðan- og eystanfyri Føroyar, og tá ið útróðurin við áttamannaførum og smærri bátum tók seg upp í seinru helvt av 19. øld, komu nógvir menn sunnan av landi norður higar at rógva út um várarnar og út á summarið. Hetta skapti trivna í teimum mongu smáu bygdunum. Men hesin vinnuvegur helt næstan uppat, eftir at bretskir trolarar í stórum tali komu higar at veiða við troli um aldarskiftið 1900.
Norðoyar | Nordinseln | Norðoyar | Nordøyene, Færøyene | Norðoyar
This article is licensed under the GNU Free Documentation License.
It uses material from the
"Norðoyar".
Home Page • arts • business • computers • games • health • hospitals • home • kids & teens • news • physicians • recreation• reference • regional • science • shopping • society • sports • world