Kongur er mest umráðandi talvfólk í talvi. Hvør telvari hevur ein kong í part. Endamálið í talvi er at seta kongin hjá mótpartinum skák og mát, og tá er talvið vunnið. Kongurin kann fara eitt fet í allar ættir, tó er ikki loyvt at leika hann beinleiðis í deyða. Verður kongurin hóttur, soleiðis at ein maður hjá mótpartinum kann drepa kongin í næsta leiki, stendur kongurin í skáki. Tá skal kongurin leikast úr vanda ella annað fólk leikast ímillum, so hann ikki stendur í skáki longur.
Kongurin er við í serligum leiki, tá ið ein leypir í borg.
At leggja kongin merkir, at ein gevur upp. Ein kann velja at geva talvið yvir á ymiskan hátt, og tá er talvið liðugt og tapt. Ein kann leggja kong sín niður, ein kann steðga klokkuni, ella ein kann taka í hondina á mótpartinum og siga, at ein gevur talvið.
Konge (skak) | König (Schach) | Βασιλιάς (σκάκι) | King (chess) | Rey (ajedrez) | Reĝo (ŝako) | Roi (jeu d'échecs) | Kralj (šah) | Re (scacchi) | ರಾಜ (ಚದುರಂಗ) | Koning (schaken) | キング (チェス) | Konge (sjakk) | Sjakkbrikka konge | Król (szachy) | Rei (xadrez) | Rege (şah) | Kráľ (šach) | Kralj (šah) | Краљ (шах)
This article is licensed under the GNU Free Documentation License.
It uses material from the
"Kongur (talv)".
Home Page • arts • business • computers • games • health • hospitals • home • kids & teens • news • physicians • recreation• reference • regional • science • shopping • society • sports • world