Germansku málini eru eina greinin av indo-evropeisku málfamiljuni. Størstu germansku málini eru enskt og týskt, sum eru móðurmál hjá umleið 340 og 120 miliónum fólkum ávíkavist. Onnur týdningarmikil mál umfata lágtýsk mál, herundir niðurlendskt, og skandinavisk málini danskt, norskt og svenskt
SIL-Tjóðlívsfrøðin hevur yvirlit yvir 53 ymisk germansk mál og málføri.
Teirra felags forfaðir er Felags germanskt, helst talað í miða 1. ártúsundi f.Kr. í Jarnaldarevropa. Felags germanskt og allir tess eftirkomarar eru eyðkend av fleiri serligum málfrøðiligum sereyðkennum. Mest kenda er hjáljóðabroytingin kend sum Grimms lóg. Fyrstu germansku málførini koma inn í søguna við germanskum ættbólkum, ið seta seg niður í norðara Evropa fram við markið við Rómverksa ríkið frá 2. øld.
Afturat vanliga latínska stavraðnum, brúktu germansku málini ymisk serliga frámerki og eyka stavir, herundir Umlaut og ß (Eszett), Ø, Æ, Å, Ð, Ȝ, Þ (Þorn) og Ƿ, frá rúnum. Søguligt prentað týskt er ofta prentað sum gotisk skrift.
Øll germansk mál eru hildin at koma frá einum hugsaðum frumgermanskum máli. Hetta bleiv helst til í jarnøld áðrenn Rómverska ríkið í norðara Evropa frá umleið 500 f.Kr.. Aðrar felags nýskapanir, ið skilja germanskt frá frum-indo-evropeiskum, benda á eina felags søgu hjá undanfrumgermanskum talarum gjøgnum norrønu bronsuøld.
Í tíðini tá ið germanskt mál er staðfest fyrstu ferð, hevði germanskt mál býtt seg í tríggjar bólkar, vesturgermanskt, Eysturgermanskt og norðurgermanskt. Hvussu sambandið hevur verið millum tey, ber illa til at staðfesta heilt neyvt frá teimum fáu rúnaristunum. Tey vóru sína millum skillig gjøgnum fólkaflytingatíðina.
lombardiska málið í 6. øld, til dømis, kann upprunaliga hava verið norður- ella eysturgermanskt, sum síðani varð gjørt vesturgermanskt eftir, at lombardarnir settust niður við Elbe. Vestari bólkurin er blivin til í rómversku jarnøld. Eystari bólkurin kann hava fingið sítt mál frá málinum í Gotlandi í 1. øld. Hetta ger Svøríki til upprunaliga heimlandið hjá Norðurgermanskum. Elsti varðveitti samanhangandi germanski teksturin er gotiska týðingin av nýggja testamenti eftir Ulfilas úr 4. øld. Gamlar niðurskriftir av vesturgermanskum eru á fornhágtýskum og anglosaksiskum í 9. øld. Norðurgermanskt er bara kent frá spjaddum rúnaristum sum frummnorrønt til tað mennist til fornnorrønt umleið 800. Longri rúnaristin eru varðveittar úr 8. og 9. øld. Longri tekstir við latínskum stavum eru varðveittir úr 12. øld (Íslendingabók), og nøkrum yrkingum so gamlar sum tíðliga í 9. øld.
Í umleið 10. øld eru málførini broytt so mikið nógv, at tey eru illa skillig sína millum. Málsliga sambandið millum noorðbúgvarnar ið settust niður í Danalóg í Onglandi við Anglosaksar setti spor í enskt mál. Hetta sambandið er mistonkt fyri at vera orsøk til samanfallið av gomlu ensku mállæruni, sum førdi til miðalenskt frá 12. øld.
Eysturgermansku málini mistu týdning frá endanum á fólkaflytingatíðini. Burgundar, Gotar og Vandálar gjørdust málsliga partur av grannum sínum umleið í 7. øld uttan krimiskt gotiskt, sum helt á til 18. øld.
Gjøgnum miðøld býttust vesturgermansku málini av oyggjamenningini av miðenskum á einari síðu, og øðrum germanska ljóðskiftinum á fastlandinum á hinari, sum førdi til hátýskt og lágtýskt við miðtýksum í miðuni.
Norðurgermansku málini vóru hinvegin enn meira sína millum skillig. Í stórum varðveittu tey førleikan at skilja hvønn annan til nýggja tíð.
Legg merki til at munur millum undirfamiljur av germanskum sjáldan neyvt eru ásettar.
Fleiri av orðunum niðanfyri hava skift týdning. Til tømis hevur orðið "epli" á føroyskum fingið annan týdning enn upprunin var, og nú verður nýggja føroyska orðið "súrepli" brúkt til gamla týdningin av epli. Harafturat líkist føroyska orðið "kavi" frá hinum málunum í talvuni.
| Enskt | Skotskt | Afrikaans | Niðurlendskt | Týskt | Jiddiskt | Gotiskt | Íslendskt | Føroyskt | Svenskt | Danskt | Norskt bokmål | Norskt nynorsk |
| Apple | Aiple | Appel | Appel | Apfel | עפּל (Epl) | Aplus | Epli | Súrepli | Äpple | Æble | Eple | Eple |
| Board | Buird | Bord | Bord | Brett | Baúrd | Borð | Borð | Bord | Bræt | Bord | Bord | |
| Book | Beuk | Boek | Boek | Buch | בוך (Buḫ) | Bóka | Bók | Bók | Bok | Bog | Bok | Bok |
| Breast | Breest | Bors | Borst | Brust | ברוסט (Brust) | Brusts | Brjóst | Bróst | Bröst | Bryst | Bryst | Bryst |
| Brown | Broun | Bruin | Bruin | Braun | Bruns | Brúnn | Brúnt | Brun | Brun | Brun | Brun | |
| Day | Day | Dag | Dag | Tag | טאָג (Tog) | Dags | Dagur | Dagur | Dag | Dag | Dag | Dag |
| Die | Dee | Sterf | Sterven | Sterben | Diwan | Deyja | Doyggja | Dö | Dø | Dø | Døy | |
| Enough | Eneuch | Genoeg | Genoeg | Genug | גענוג (Genug) | Ga-nóhs | Nóg | Nóg | Nog | Nok | Nok | Nok |
| Give | Gie | Gee | Geven | Geben | געבן (Gebn) | Giban | Gefa | Geva | Giva/Ge | Give | Gi | Gje |
| Glass | Gless | Glas | Glas | Glas | גלאָז (Gloz) | Gler | Glas | Glas | Glas | Glass | Glas | |
| Gold | Gowd | Goud | Goud | Gold | גאָלד (Gold) | Gulþ | Gull | Gull | Guld | Guld | Gull | Gull |
| Hand | Haund | Hand | Hand | Hand | האַנט (Hant) | Handus | Hönd | Hond | Hand | Hånd | Hand | Hand |
| Head | Heid | Kop | Hoofd/Kop | Haupt/Kopf | קאָפּ (Kop) | Háubiþ | Höfuð | Høvd/Høvur | Huvud | Hoved | Hode | Hovud |
| High | Heich | Hoog | Hoog | Hoch | הױך (Hoyḫ) | Háuh | Hár | Høg/ur | Hög | Høj | Høy | Høg |
| Home | Hame | Huis | Thuis | Heim | הײם (Heym) | Háimóþ | Heim | Heim | Hem | Hjem | Hjem | Heim |
| Hook | Heuk | Haak | Haak | Haken | Krókur | Haken | Hake | Hage | Hake | Hake | ||
| House | Hoose | Huis | Huis | Haus | הױז (Hoyz) | Hús | Hús | Hús | Hus | Hus | Hus | Hus |
| Many | Mony | Menige | Menig | Manch | Manags | Margir | Nógv | Många | Mange | Mange | Mange | |
| Moon | Muin | Maan | Maan | Mond | Ména | Tungl | Máni | Måne | Måne | Måne | Måne | |
| Night | Nicht | Nag | Nacht | Nacht | נאַכט (Naḫt) | Nahts | Nótt | Nátt | Natt | Nat | Natt | Natt |
| No | Nae | Nee | Nee | Nein/Nö | נײן (Neyn) | Né | Nei | Nei | Nej | Nej | Nei | Nei |
| Old | Auld | Oud | Oud | Alt | אַלט (Alt) | Sineigs | Gamall | Gamal/Gomul | Gammal | Gammel | Gammal | Gamal |
| One | Ane | Een | Een | Eins | אײן (Eyn) | Áins | Einn | Ein | En | En | En | Ein |
| Ounce | Unce | Ons | Ons | Unze | Únsa | Uns | Unse | Unse | Unse | |||
| Snow | Snaw | Sneeu | Sneeuw | Schnee | שנײ (Šney) | Snáiws | Snjór | Kavi | Snö | Sne | Snø | Snø |
| Stone | Stane | Steen | Steen | Stein | שטײן (Šteyn) | Stáins | Steinn | Steinur | Sten | Sten | Stein | Stein |
| That | That | Dit | Dat | Das | דאָס (Dos) | Þata | Þetta | Hatta | Det | Det | Det | Det |
| Two | Twa | Twee | Twee | Zwei/Zwo | צװײ (Ẓvey) | Twái | Tveir | Tveir | Två | To | To | To |
| Who | Wha | Wie | Wie | Wer | װער (Ver) | Has | Hver | Hvør | Vem | Hvem | Hvem | Kven |
| Worm | Wirm | Wurm | Worm | Wurm | װאָרעם (Vorem) | Maþa | Maðkur, Ormur | Ormur | Mask, Orm | Orm | Orm | Orm |
Germaanse tale | لغات جرمانية | Llingües xermániques | Alman qrupu | Германскія мовы | Германски езици | Yezhoù germanek | Llengües germàniques | Germánské jazyky | Germanske sprog | Germanische Sprachen | Γερμανικές γλώσσες | Germanic languages | Ĝermana lingvo | Lenguas germánicas | Germaani keeled | زبانهای ژرمنی | Germaaniset kielet | Langue germanique | Germaanske talen | Linguas xermánicas | שפות גרמאניות | Germán nyelvek | Linguas germanic | Bahasa Jermanik | Germönsk tungumál | Lingue germaniche | ゲルマン語派 | გერმანული ენები | 게르만어파 | Yethow germanek | Germaanse taole | Germanų kalbos | Германски јазици | Germaansche Spraken | Germaanse talen | Germanske språk | Germanske språk | Lengas germanicas | Języki germańskie | Línguas germânicas | Limbile germanice | Германские языки | Germanic leid | Germánalaš gielat | Germánske jazyky | Germanska språk | Германські мови | Nhóm ngôn ngữ gốc Đức | 日耳曼语族 | Tek-gí-hē
This article is licensed under the GNU Free Documentation License.
It uses material from the
"Germanskt mál".
Home Page • arts • business • computers • games • health • hospitals • home • kids & teens • news • physicians • recreation• reference • regional • science • shopping • society • sports • world